Margit.fo

Hvat standa vit fyri

Mál:
- Trygg og sunn børn
- Nøgd starvsfólk
- Námsfrøðiligt umhugsni

Endamálsorðing:
Okkara fyribils endamálsorðing er út frá byrjunarmálunum, vit hava sett fyri arbeiðið á stovninum. Sunn og trygg børn, sum verða stuðlað í síni menning av nøgdum starvsfólki og námsfrøðiligum umhugsni.

Virðisgrundarlagið
Umsorgan, Ymiskleiki, lívsgleði, hugni, tolsemi, opinleiki, samstarv (millum starvsfelagar, børn og starvsfólk og millum starvsfólk og foreldur), trivnaður

Matpolitikkur:
Vit leggja okkum eftir at barnið fær sunnan og nørandi mat á stovninum. Barnið hevur hvønn dag møguleika fyri at fáa gularótastengur, niðurskorna frukt ella líknandi millum máltíðirnar. Vit ynskja at læra barnið, at sunnur matur eisini er lekkur matur, og í hesum leggja vit okkum eftir at vera fyrimyndarlig. Hetta merkir ikki at vit ikki baka vafflur ella pannikakur, men heldur, at hetta kemur av og á millum aðrar mettandi lekkrar millummálar. Skema yvir millummála verður gjørt hvønn mánað, og hongur á kunningartalvuni í alrúminum

Reinførispolitikkur:
Vit leggja okkum eftir at venja børnini við at vaska hendur áðenn vit fara til borðs, eftir vitjan á wc´num og tá tey koma inn frá spæliplássinum. Hetta fyri at minka um sjúkradagarnar hjá børnum og vaksnum og fyri at arbeiða málrættað við málinum “sunn og trygg børn”. Vit royna at gera hetta á ein stuttligan hátt, t.d. við at hava ein fastan sang, sum vit syngja, meðan vit vaska hendurnar.

Roykipolitikkur:
Á stovninum varðveita vit tað einstaka barnið. Mál okkara er sunn og trygg børn, og tí kann als ikki forsvarast at roykt verður á stovninum. Líka mikið tíðspunkt ella tiltak, er ikki loyvt at roykja inni. Ei heldur er loyvt at roykja á økinum tilhoyrandi dagstovninum í tímunum, tá stovnurin er opin.

Rúsevnispolitikkur:
Vit fylgja heilt greiða rúsevnapolitikkinum hjá Klaksvíkar kommunu. Heilt stutt er endamálið at fyribyrgja trupulleikum og geva starvsfólkunum møguleika fyri hjálp, um á stendur. Einki rúsevni má nýtast í arbeiðstíðini, og um onkur kemur ávirkaður til arbeiðis, verður viðkomandi sendur heim við ávaring. Hetta fyri at verja børn og vaksin. Sí annars rúsenvapolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu.

- Hvat standa vit fyri

- Starvsfólk

- Samband

- Foreldraráð