Margit.fo

Hvat er Barnahúsið Margit

Barnahúsið Margit er ein kommunalur stovnur fyri børn í aldrinum 0 – 7 ár, sum lat upp 17. Sept. 2007. Pláss er fyri 64 børnum í teimum 4 stovunum: Várperlan (12 børn 0-3 ár), Summarperlan (12 børn 0-3 ár), Heystperlan (20 børn 3-7 ár) og Vetrarperlan (20 børn 3-7 ár). Stovnurin er ljósur og luftigur og er býttur upp í 2 lonir. Hvør lon hevur tvær stovur, skolirúm og depot. Hvør stova hevur egnan køk og wc. Millum lonirnar er eitt stórt alrúm við inngongdum og gongd inn til felags køkin og starvsfólka rúmið.

Stovnurin hevur nógv stór vindeygu, sum geva deiligt ljós og yvirskot. Uttanfyri er eitt deiligt spælipláss við nógvum góðum krókum. Annars er eitt lítið spælipláss til vøggustovubørnini, millum lonirnar við sandkassa, spælihúsi og eitt størri spælipláss omanfyri húsið til tey størru børnini. Har hava børnini eitt bálhús fult av sandi og eini grill, ein stóran sandkassa við einum reiðri, og ein fittan føroyskan bát sum klaktriborg. Eisini hava vit eina eplaveltu norðanfyri húsini, har vit saman við børninum taka upp eplir.

Á stovninum er hugsað um børn og vaksin í koyristóli. Møguligt er at koma runt til øll rúm og spælipláss í koyristóli.

Sum leingi ynskiligt hava vit nú eisini fingið útibarnagarð til tey 5 - 7 ára gomlu. Hesin liggur úti í Grøv og eitur Fjallafípan. Sí www.fjallafipan.fo

- Hvat standa vit fyri

- Starvsfólk

- Samband

- Foreldraráð