Margit.fo

Stovur

Her kanst tú lesa meira um allar stovurnar í Barnahúsinum Margit:

- Várperlan

- Summarperlan

- Heystperlan

- Vetrarperlan

- Perlan



 

Várperlan

I Várperluni ganga 12 sera fitt og glað børn, har tey yngstu børnuni eru 1 ár, og tey elstu eru blivin 3 ár. Uml kl 9:30 eta vit frukt, og aftana tað fara vit ofta út, antin út í garðin at spæla ella túr. Serliga tey stóru børnini dáma ordliga væl at sleppa út. Tá vit eru inni spæla vit nógv við dukkur, bilar, bóltar, puslispæl, tekna og hyggja í bøkur. Og viðhvørt mála vit ella spæla við gandadeiggj.

Børnini í Várperluni dáma ordliga væl at syngja, og hvønn dag aftnan matpakka hava vit samling, har vit hoyra søgu og syngja nakrar sangir. Sangir sum eru vælumtøktir fyri tíðina eru m.a.: Djúp og breið, Eg banki, eg buki, Byggja Guds ríkið og fingrasangurin.

Í Várperluni eru vit í 4 bólkum. Vit eita Víkingar, Fyrvaldar, Kaninungar og 6. Smáir dunnungar. Vit eru 3 børn frá Várperluni og ein vaksin, og 3 børn eru frá summarperluni og ein vaksin. Børnuni í bólkunum eru um sama aldur, og eru vit saman í bólkum minst 2 ferð um mánan, har vit gera nógv stuttligt.

Vit vaksnu á stovuni leggja stóran dent á at geva børninum umsorgan, og at skapa ein gerandisdag har børnini kenna seg trygg og glað.

<Til byrjan




Summarperlan

Í summarperluni ganga 12 ordiliga fitt, glað og lívlig børn.

Tey vaksnu í summarperluni leggja seg eftir at geva hvørjum einstøkum barni tryggleika, nærveru og umsorgan. Hetta gera vit við at verða opin og skiljandi, og eisini geva vit børnunum aldurssvarandi avbjóðingar. Í summarperluni er tað loyt at verða tann man er, allar kenslur eru loyvdar og eru tí eisini ok
:)

Hvønn morgum ímillum 9.30-10 hava vit samling, har vit syngja, lesa søgu og tosa um hvør er komin og hvør ikki er komin. Vit elska at spæla úti, bæði tá tað er sól, regn og kavi, men vit tíma ikki so væl tá tað er nógvur vindur :)

Eisini dáma vit væl at byggja lego, leggja pusslespøl, spæla við dukkur og bilar, dansa til tónleik, lurta eftir søgu, blæða í bók, spæla við vatn, mála og tekna, klippa og perla, ja tað eru ordiliga nógv ting, sum vit tíma at gera.

Hvørt einstakt barn hevur eisini sítt egna myndaalbum við myndum heimanífrá. Hetta skapar rúm, gleði og góðar relatiónir og ikki minst stoltleika hjá barninum, hetta er eisini við til at gera fjarstøðuna millum vøggustovu og heimi styttri, fyri barnið :)  

Heilsan tey vaksnu í Summarperluni

Myndir frá Summarperluni eru undir myndasavn :)

<Til byrjan



 

Heystperlan

Í heystperluni ganga 20 fitt børn ímillum 3-5 ár.

Í Heystperluni dámar okkum væl at spæla og hugna okkum vit tekna, perla, byggja pustlispøl og lesa søgur. Eisini dámar okkum væl at spæla úti og fara túrar !

Vit arbeiða við menningarætlan, har børnini eru í bólki eftir aldri, Leyvur og Tikarar eru tey eldru, Fílar og Panda eru tey yngru. Tey fara tveir aktivitetir/túrar saman um mðr. Har hugsa verður um at menna hvørt einstakt barn innan fyri økini í menningarætlanini.

Hvønn dag  uml. Kl. 11.30 hava vit samling,  vit lesa eina søgu og syngja okkara borðsang:

Góði Guð vit vilja takka fyri tað
Sum tú gevur okkum hvønn tann einasta dag
Mat og klæðir, drekka og mangt vinarlag
Í Barnahúsið Margit hvønn tann einasta dag 

 

Vit eta millum máltíð uml. 14.30 og aftaná dámar okkum væl at lesa søgur ella at spæla saman.
 

Heilsan
Osla, Ragna, Eyðna F. og Maria

<Til byrjan



 

Vetrarperlan

Í Vetrarperluni ganga 20 fitt børn. Eisini starvast 4 vaksin í Vetrarperluni.

Børnini eru uppbýtt í bólkar tey smæstu eru í Pandabólkinum, miðlingarnir eru Fílar og Tikarar, tey stórstu børnini eru í Leyvu bólkinum. Hvønn mánað gerð hvør bólkur minst tveir aktivitetur saman, sum eru aldurssvarandi og mennandi.

Í vetrarperluni halda vit, at tað er umráðandi, at børn sleppa at vera børn og at tey sleppa at vera seg sjálvan. Vit  dáma væl at spæla úti, byggja perlur, byggja puslispæl, spæla mammubørn, spæla við bilar,  vaska upp, mála, baka, lesa søgur o.a.

Vit í Vetrarperluni ynskja at skapa vinarbond ímillum børnini, geva teimun góðar upplivingar og skapa trivnað.

Vinarliga
Thurid, Sylvia, Emly og Judit         

<Til byrjan




Perlan

Tekstur...

<Til byrjan