Margit.fo

Gerandisdagur

Byrjar klokkan 07:30. Vit hava morgunmat tøkan til børnini til kl 8.30.

Klokkan 9.30 samlast øll børn og vaksin frá vøggustovunum til eina samling. Har tosa vit um, hvat fer at henda gjøgnum dagin, syngja og eta frukt. Hjá barnagarðsstovunum passar tað best at samla børnini um 11:30 tíðinað, áðrenn fari verður at eta breyð.

Sangir vit syngja

Mikumorgun gera vit hetta felags inni í alrúminum og njóta eitt sindur av morgunfimleiki eisini.

Spælið heldur so fram til ca 14.30, tá børnini fáa lekkran millummála.

Børn og vaksin eru nógv úti, og tað er tí umráðandi at hava klæðir við, sum passa til veðurlagi og at hava skiftiklæðir liggandi, um neyðugt verður at skifta. Stovnurin er opin til klokkan 17.15.